Gosiame Thamara Sithole úr Suðurafrika føddi sjey dreingir og tríggjar gentur. Hennara burðartíð var 29 vikur, tá børnini vórðu tikin við keisaraskurði. Í fyrstani fingu Gosiame og hennara maður, Teboho Tsotetsi, at vita, at hon bar átta børn undir belti, men undir keisaraskurðinum gjørdist greitt, at har vóru tvey børn afturat – tað vil siga tvey børn meira, enn hvat skanning annars hevði víst í sjúkrahúsinum.
Gosiame og maður hennara eiga tvey børn frammanundan – tvíburar, skrivar Pretoria News mánakvøldið.
Tað kom óvart á hana, at talan gjørdist um tíggju børn í einum og ikki átta, sum væntað.
– Tað var hart í byrjanini av míni viðgongutíð. Eg hevði vaml, og hevði tað ikki so gott. Eg svav eisini illa síðstu tíðina og var eisini stúrin, hvat fór at henda. Høvdu tey nóg mikið av plássi? Og fóru tey at yvirliva? Men læknarnir dugdu væl at sissa meg, sigur Gosiame við lokala miðilin.
Í síðsta mánað føddi 25 ára gamla Halima Cissé úr Mali níggju børn, har mamman og øll børnini yvirlivdu. Hetta var tá skrásett sum nýtt met hjá Guiness Book of Records, men nú verður arbeitt við at skjalprógva og staðfesta tilburðin í Suðurafrika sum nýtt heimsmet.
Heilsumyndugleikarnir í Suðurafrika greiða frá, at fleirburðaføðing yvir trý børn eru sjáldsamar og eru ofta úrslit av gitnaðarviðgerð, men í hesum førum var talan um náttúrliga giting.