Leygarkvøldið er FMA á skránni í Norðurlandahúsinum, har alt tónleikaumhvørvið savnast, fyri at heiðra føroyskum tónleiki farna árið. Les um allar tilnevningarnar her.
Umframt allar virðislønirnar, sum verða latnar, vera eisini fleiri framførslur. Tá tilnevningarnar til virðislønirnar vóru avdúkaðar, varð eisini kunngjørt, at ein serlig samanseting við Supervisjón og Aldubáruni skulu framføra til tiltakið, umframt at ein serstøk framførsla við Anniku Hoydal verður á skránni.
Nú hava fyriskipararnir kunngjørt tvey nøvn afturat, sum skulu framføra til tiltakið leygarkvøldið: 200 og Aggrasoppar.
200 hava júst latið navn til sína egnu vegansku, glutenfríu, weissbier “Batch200”, og eru klárir at seta gongd í kvøldið, við spildurnýggjari heildarútgávu, Reyvheart
Aggrasoppar hava framført á altjóða festivalum í 2023, og við nýggjum booking agenti og aðru plátu á veg til landið, gera tey seg klár at bjóða áhoyrarum í salinum og har heima eitt ógloymandi kvøld
FMA er í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið klokkan 20. Sjónvarpið hjá KVF sendir beinleiðis frá tiltakinum.