FMA - Ársins myndlistarligi samleiki: Brimheim

- Vinnarin av ársins myndlistarliga samleika hevur eitt greitt konsept, segði Niels Uni Dam, sum kunngjørdi vinnaran

Fríðmundur Nattestad
9. mars 2024 kl. 20:07

Tónleikavirðislønirnar til Faroese Music Awards 2024 verða handaðar í Norðurlandahúsinum beint nú.

Brimheim vann virðislønina fyri Ársins myndlistarligi samleika.

Niels Uni Dam kunngjørdi vinnarin soleiðis:

Vinnarin av ársins myndlistarliga samleika hevur eitt greitt konsept.
Sum ein í dómsnevndini segði, so hoyrir man tónleikin, tá man sær myndirnar og sær myndirnar fyri sær, tá man hoyrir tónleikin.
Hetta er ein ófiltrerað fagnan av tí ljóta.
Hetta var sjónligt í videolagnum Litteraly Everything, ið varð filmað í einum seyðahúsið, og Brimheim, kókar tað uppaftur meira niður í ein konseptuellan suppumola við videolagnum Brand New Woman, hetta er rátt og uttan filtur. Samstundis vórðu hennara pressumyndir og cover eisini í sama estetikki. Sjálvt eitt ár við nógvum góðum visuellum konseptum og úttrykkum, bar ikki til at koma uttan um Brimheim, og hvussu gjøgnumført hetta er.


Til ber at stroyma tiltakið á heimasíðuni hjá KVF.