FMA - Ársins sangur: Literally Everything hjá Brimheim
Virðislønin fyri Ársins sang varð givin til eitt nýskrivað upprunaverk
Fríðmundur Nattestad
9. mars 2024 kl. 20:20
Tónleikavirðislønirnar til Faroese Music Awards 2024 verða handaðar í Norðurlandahúsinum beint nú.
Lagið Literally Everything hjá Brimheim vann heiðurslønina fyri Ársins sang.
Eivur Pálsdóttir handaði virðislønina, sum mamma Brimheim, Elin Brimheim Heinesen, tók ímóti (Mynd: Álvur Haraldsen)
Virðislønin fyri Ársins sang varð givin til eitt nýskrivað upprunaverk.
Brimheim vann eisini fyrr á kvøldinum virðislønina fyri Ársins myndlistarliga samleika.
Til ber at stroyma tiltakið á heimasíðuni hjá KVF.