FM Kappríðing og Føroyaleikir útsett vegna veður

Ringa veðrið fær enn einaferð ávirkan á kappríðingina. Nevndin í Vága Ríðingarfelag hevur gjørt av útseta kappingina, sum skuldi vera seinnapartin til týskvøldið

Tað er ikki veður at ríða í Vágum í dag og tí er kappingin útsett til týskvøldið klokkan 19
Sveinur Tróndarson
3. juli 2022 kl. 11:45

Tað er synd at siga at veðrið er serliga summarsligt. Bæði regn og vindur fáa tað at kennast meira sum heyst, hóast kalendarin sigur nakað annað.

Ringa veðrið hevur eisini sína ávirkan á ítróttartiltøk, sum skuldu verið avgreitt seinnapartin.

Vága Ríðingarfelag skuldi í dag skipa fyri FM í kappríðing og fyri Føroyaleikum, men tað verður av ongum - í dag í øllum førum.

Tað skrivar Ríðisambandið á heimasíðu síni.

- Vegna nógva regnið seinastu dagarnar, hevur nevndin í Vága Ríðingarfelag avgjørt at útseta FM kappríðinga og Føroyaleikir, frá í dag kl 15 til týskvøldið kl 19, skrivar Ríðisambandið.

Nevndin hevur kannað breytina nú fyrrapartin og  hon metir ikki at breytin er nóg trygg at kappast á. 

- Tey harmast sjálvandi um hetta, serliga tí man veit at hetta ávirkar summi reiðfólk, ið skulu av landinum áðrenn týskvøldið. Mett verður tó at breytin er ikki nóg trygg í dag og tryggleikin skal sjálvsagt raðfestast hægst tá kappast verður.

Tað er tó loyvt at skifta reiðfólk, so í tí føri har fólk fara av landinum, ber til at onnur kunna ríða fyri tey týsdagin, skrivar Ríðisambandið.