Tað var eingin slingur í valsinum hjá víkingunum, tá ið teir í kvøld vóru á Svangaskarði. Víkingur vann 2-1, og tað er ikki ein spurningur um Víkingur fer at vinna FM, men nær tað verður staðfest, at Víkingur hevur vunnið FM í 2024.
Hóast tølini siga, at talan var um tepran 2-1 sigur á Toftum í kvøld, so var tað ikki fyrrenn við síðsta sparkinum í dystinum, at B68 minkaði um munin. Tað var vorðið sum mál, sum Hjalti Størmsten skoraði úr 25 metrum og heilt upp í málkrókin. Heilt víst evni til at verða kosið ársins mál í 2024.
-Hetta var ikki besta avrikið hjá okkum í ár. Eftir landsliðssteðg ræður tað um aftur at finna fokus í heimligu kappingini. Nú fara vit at fyrireika okkum til leygardagin, tá ið EB/Streymur verður gestur í Sarpugerði, segði Sølvi Vatnhamar eftir dystin í samrøðu við FM1 útvarpið. Hann staðfesti tíðliga í seinna hálvleiki sigurin við brotssparki. Fyrra málið skoraði Jørgen Nielsen.
Umframt ímóti EB/Streymi leygardagin fer Víkingur mikukvøldið í næstu viku at spæla útsettan dyst á heimavøllil ímóti KÍ, og so er skráin hjá FM favorittunum Skála (ú), ÍF (h), HB (ú) og 07 Vestur (h).
Tá ið leiðslan hjá Víkingi er 9 stig, so verður FM møguleikin varðveittur, hóast tað skuldi hent, at víkingarnir fara at tapa ímóti bæði KÍ í Sarpugerði og HB í Gundadali. Tað er eingin, sum ímyndar sær, at liðið, sum hevur vunnið allar dystirnar í ár uttan ein (í Klaksvík), og sum aftur og aftur avrikar so støðugt og við somu manning, ikki fer at vinna ímóti EB/Streymi, ÍF og 07 Vestur á heimavølli og á útivølli ímóti Skála.
Sannlíkindini eru stór fyri, at Víkingur verður meistari, áðrenn landsliðssteðgin, sum verður undan tveimum teimum síðstu umførunum. 30. september fer Víkingur at spæla á Skála, og tá kann tað væl vera, at FM heitið verður við í viðførinum aftur um Gøtueið.
Í Klaksvík var Páll A. Klettskarð einasti málskjútti, tá ið KÍ vann 1-0 ímóti HB. Hetta var 19. málið í ár hjá toppskjúttanum. Eftir dystin ásannaði Páll A. Klettskarð í samrøðu við Trónd Arge í Televarpinum, at hann og liðfelagarnir ikki hugsa um FM heitið.
-Tað er ov stór frástøða fram til Víking. Eg rokni við, at teir í Eysturkommunu eru farnir undir at fyrireika FM haldið, segði Páll A. Klettskarð.
Leygardagin fer KÍ út á Svangaskarð at spæla ímóti B68, sum hevur brúk fyri stigum.
At bæði Skála og EB/Streymur vunnu ber við sær, at trýstið er stórt á toftamonnum.
Skála vann trivaligan 4-1 heimasigur ímóti 07 Vestur, og EB/Streymur vann tepran 2-1 heimasigur ímóti ÍF.
KÍ – HB 1-0 (1-0)
1-0: Páll A. Klettskarð 6.
B68 – Víkingur 0-2 (0-1)
0-1: Jørgen Nielsen 22.
0-2: Sølvi Vatnhamar br 51.
1-2: Hjalti Strømsten 94.
Dómari: Heini Ziskason Viðoy
Skála – 07 Vestur 4-1 (2-0)
1-0: Maxwell Effiom 16.
2-0: Karl Martin Johansen br 21.
3-0: Ragnar Skála 52.
3-1: Filip Brattbakk br 63.
4-1: Maxwell Effiom 92.
Dómari: Árni Brandsson Petersen
EB/Streymur – ÍF 2-1 (1-0)
1-0: Boubacar Dabo 29.
2-0: Emil Weihe Joensen 46.
2-1: Ruben Møller-Nielsen 52.
Dómari: Dagfinn Forná
B36 – NSÍ 2-2 (1-1)
1-0: Zean Dalügge 30.
1-1: Jesper Van Der Heyden 32.
2-1: Zean Dalügge 51.
2-2: Petur Knudsen br 64.
Dómari: Mohammed Hefezi úr Norra
Víkingur | 21 | 20 | 0 | 1 | 64 | 10 | 60 |
KÍ | 21 | 17 | 0 | 4 | 44 | 19 | 51 |
HB | 22 | 16 | 0 | 6 | 44 | 19 | 48 |
NSÍ | 22 | 12 | 2 | 8 | 48 | 32 | 38 |
B36 | 22 | 9 | 6 | 7 | 46 | 37 | 33 |
07 Vestur | 22 | 8 | 3 | 11 | 28 | 50 | 27 |
EB/Streymur | 22 | 6 | 1 | 15 | 25 | 42 | 19 |
Skála | 22 | 5 | 3 | 14 | 26 | 47 | 18 |
B68 | 22 | 3 | 5 | 14 | 14 | 39 | 15 |
ÍF | 22 | 1 | 4 | 17 | 21 | 65 | 7 |
Máltindurin
Páll A. Klettskarð KÍ | 19 |
Petur Knudsen NSÍ | 14 |
Áki D. Samuelsen HB | 12 |
Poul Kallsberg Víkingur | 10 |
23. umfar
Leygardagin 21. september
Víkingur – EB/Streymur: Dagfinn Forná kl. 17.00
B68 – KÍ: Bjarki Danielsen kl. 17.00
07 Vestur – B36: Alex Troleis kl. 18.30
Sunnudagin 22. september
NSÍ – ÍF: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00
HB – Skála: Rúni Gaardbo kl. 17.00