KÍ ferðalagið er á veg úr Suðuroy og norður aftur til Klaksvíkar. Í viðførinum er 5-1 sigur í Trongisvági ímóti TB. TB legði seg beinanvegin á odda 1-0, men FM favorittarnir fótaðu sær og spældu í seinna hálvleiki heimaliðið sundur og saman.
Sigurin ber við sær, at tvífalda meistaraliðið í Klaksvík er sjey stig undan B36, sum er einasti rættiligi avbjóðarin til FM heitið. B36 og KÍ hava spælt 22 dystir. Í annaðkvøld verður grannauppgerð í Gundadali. Mikukvøldið fer KÍ á Mølina á Eiði at spæla útsettan dyst, og næsta sunnudag fara bæði KÍ og B36 aftur í eldin. Tá fer KÍ at spæla á heimavølli ímóti ÍF, og tá fer B36 at spæla á útivølli ímóti Víkingi.
Tað er møguleiki fyri, at KÍ næsta sunnudag fer at tryggja sær FM heitið. Soleiðis verður tað, um klaksvíkingar vinna favorittsigrar mikukvøldið á Eiði og sunnudagin um eina viku í Klaksvík, og um B36 ikki fær fleiri enn trý stig tilsaman ímóti HB í annaðkvøld og sunnudagin á útivølli ímóti Víkingi.
KÍ hevur 59 stig, og B36 hevur 52 stig. Um KÍ næstu vikuna vinnur seks stig og B36 trý stig, so fer KÍ undan trimum teimum síðstu umførunum at hava 65 stig og B36 55 stig.
-Spælararnir eru troyttir, tí teir ferðast nógv, og tað er stutt millum dystirnar. Tíbetur eiga vit nógvar góðar spælarar, so liðið viknaði ikki, hóast bæði Jóannes K. Danielsen og Luc Kassi vóru noyddir at fara av vøllinum, tá ið ein góður hálvur tími var farin. TB var boysið mótstøðulið í fyrra hálvleiki, tá ið tað vóru nógvir nærdystir, men eftir steðgin høvdu vit gott tak á tí, segði Sjúrður Jacbsen, annar av hjálparvenjarunum hjá KÍ við Hera Á. Simonsen í FM1 eftir dystarlok í Trongisvági.
TB venjarin Tummas Erling Djuhuus var væl nøgdur við fyrra hálvleik, men hann var ikki nøgdur við seinna hálvleik.
-Vit høvdu avrátt, hvussu vit skuldu fara fram, men tá ið KÍ beinanvegin legði seg á odda og so økti um munin til 3-1, var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin fór at verða. Nú verður talan um innanhýsis dystir millum tey niðastu, og úrslitið í teimum dystunum fer at gera av, hvussu tað verður við niðurflytingini, sigur Tummas Erling Djurhuus venjari hjá TB.
Víkingur vann fyri níggjundu ferð á rað. Úrslitið í Sarpugerði var 3-1 ímóti 07 Vestur. Sølvi Vatnhamar var tvífaldur málskjútti, og nú hevur hann skorað 15 mál og er eitt mál frá Páll A. Klettskarð og máltindinum.
Undan grannauppgerðini í Gundadali í annaðkvøld er Víkingur á triðja plássi við 48 stigum, meðan HB hevur 47 stig.
Tað var trýst á ÍF, sum var aftast. Tað eydnaðist fuglfirðingum at vinna 3-1 á heimavølli ímóti AB, sum nú er aftast við 13 stigum. ÍF hevur 15 stig, og TB hevur 16 stig.
Á Svangaskarði endaði tað 2-2 millum B68 og EB/Streym, sum eru á sætta og sjeynda plássi. Tað eru fimm stig frá B68 og aftur til ÍF.
ÍF – AB 3-1 (2-0)
1-0: Hans Jákup J. Lervig
2-0: Gundur E. Petersen
2-1: Brian Jakobsen br
3-1: Gundur E. Petersen
Víkingur – 07 Vestur 3-1 (1-0)
1-0: Sølvi Vatnhamar
1-1: Jasper Van Der Heyden
2-1: Martin Klein Joensen
3-1: Sølvi Vatnhamar
B68 – EB/Streymur 2-2 (1-2)
1-0: Aleksandur Ó. Jensen
1-1: Gutti Dahl-Olsen
1-2: Bergur J. Poulsen
2-2: Alex Mellemgaard br
TB – KÍ 1-5 (1-1)
1-0: Rógvi Joensen
1-1: Vegard Forren
1-2: Mads Bo Mikkelsen
1-3: Odmar Færø
1-4: Árni Frederiksberg
1-5: Jákup B. Andreasen
Mánakvøldið 25. september
B36 – HB: Bjarki Danielsen kl. 18.00
KÍ | 22 | 19 | 2 | 1 | 57 | 16 | 59 |
B36 | 22 | 17 | 1 | 4 | 49 | 17 | 52 |
Víkingur | 23 | 15 | 3 | 5 | 57 | 22 | 48 |
HB | 22 | 15 | 2 | 5 | 58 | 19 | 47 |
07 Vestur | 23 | 10 | 4 | 9 | 38 | 35 | 34 |
EB/Streymur | 22 | 6 | 3 | 13 | 24 | 42 | 21 |
B68 | 23 | 4 | 8 | 11 | 24 | 40 | 20 |
TB | 23 | 4 | 4 | 15 | 14 | 54 | 16 |
ÍF | 23 | 5 | 0 | 18 | 22 | 62 | 15 |
AB | 23 | 4 | 1 | 18 | 20 | 56 | 13 |
Mánadagin 25. september
B36 – HB: Bjarki Danielsen kl. 18.00
Mikudagin 27. september
EB/Streymur – KÍ: Eiler Rasmussen kl. 18.00
Leygardagin 30. september
07 Vestur – AB: Rúni Gaardbo
HB – B68: Áki Leittisstein Hansen
Sunnudagin 1. oktober
KÍ – ÍF: Alex Troleis
Víkingur – B36: Dagfinn Forná kl. 15.00
TB – EB/Streymur: Kári J. á Høvdanum