Finalurnar eru skipaðar soleiðis, at leiktir verða tveir dystir. Vinna liðini hvør sín dyst - og tað er líka mikið, hvussu settúrslitini eru - verður leikt eitt avgerandi “gullsett” beint eftir seinna dystin. Hetta settið er upp í 15, og tá fellur so avgerðin.
Mansfinalurnar
Fyrsti dysturin verður í kvøld, mikukvøldið 30. mars í Badmintonhøllini í Klaksvík ímillum menninar hjá Mjølni og ÍF. Mjølnir hevur heimavøll í fyrru finaluni, tí teir vóru nummar eitt í sjálvari landskappingini.
Seinni dysturin verður spældur í Høllini á Hálsi í Havn leygardagin 2. apríl klokkan 19.
Kvinnufinalurnar
Hóskvøldið klokan 19.30 spæla kvinnurnar hjá Fleyr og SÍ sína fyrru finalu í Høllini á Hálsi í Havn. Her hevur Fleyr heimavøll, tí tær lógu nr. eitt í sjálvari landskappingini.
Seinni dysturin verður verður eisini í Høllini á Hálsi. Hann verður leygardagin 2. apríl klokkan 16.
Fýra á rað?
Hjá monnunum hevur Mjølnir vunnið føroyameistaraheitið seinastu trý árini, og millum tey flestu, sum halda seg hava skil fyri flogbólti, verður væntað, at Mjølnir fer eisini at hava munin í ár. Tað hildu nógv av somu fólkum eisini í fjør, og tey fingu eisini rætt, men tað var um eitt hár at gera, at tað ikki heldur var ÍF, sum vann há-dramatisku finaluna, sum varð avgjørd við gullsetti, sum Mjølnir vann 15-11. Vinnur Mjølnir meistaraheitið, so eiga klaksvíkingar metið fyri flest meistaraheiti í bestu mansdeildini einsamallir. Í løtuni deila teir heiðurin við Fleyr við 11 meistaraheitum.
Nýggjur meistari?
Finalan hjá kvinnum var ikki minni dramatisk, har tað var SÍ, sum vann føroyameistaraheitið við at vinna gullsettið 17-15 ímóti Drátti, sum annars hevði havt dystarbólt. Hesaferð er mótstøðuliðið Fleyr, sum byrjaði kappingarárið við at tapa 3-0 fyri júst SÍ, og tapti eisini triðja dystin, sum var ímóti Drátti. Men síðani hevur Fleyr ment seg nógv og hevur vunnið allar hinar dystirnar og verður av teimum flestu mett sum rímiliga greiður favorittur at vinna føroyameistaraheitið hesa ferð.
Felags fyri báðar FM-finalurnar er, at tað eru somu lið, sum eisini møttust í steypafinalunum fyri einum mánaði síðan. Tá vann Mjølnir 3-1 á ÍF í mansfinaluni, og í kvinnufinaluni vann Fleyr 3-1 á SÍ.
Føroyameistarar í bestu deildini hjá monnum síðani 1969:
1969 FS, 1970 NFL, 1971 HB, 1972 NFL, 1973 FS, 1974 NFL, 1975 FS, 1976 HB, 1977 HB, 1978 HB, 1979 NFL, 1980 FS, 1981 Fleyr, 1982 Fleyr, 1983 Fleyr, 1984 Fleyr, 1985 Mjølnir, 1986 Mjølnir, 1987 Mjølnir, 1988 Mjølnir, 1989 ÍF, 1990 Fleyr, 1991 Fleyr, 1992 Fleyr, 1993 Fleyr, 1994 Mjølnir, 1995 Fleyr, 1996 Mjølnir, 1997 Fram, 1998 Mjølnir, 1999 ÍF a, 2000 Fleyr, 2001 ÍF, 2002 Fram, 2003 ÍF, 2004 Mjølnir, 2005 SÍ, 2006 Fleyr, 2007 ÍF, 2008 SÍ, 2009 ÍF, 2010 SÍ, 2011 ÍF, 2012 SÍ, 2013 ÍF, 2014 ÍF, 2015 ÍF, 2016 SÍ, 2017 SÍ, 2018 ÍF, 2019 Mjølnir, 2020 Mjølnir, 2021 Mjølnir.
Samanlagt: Mjølnir 11, Fleyr 11 , ÍF 10, SÍ 8, FS 4, NFL 4, HB 4, Fram 1
----
Føroyameistarar í bestu deildini hjá kvinnum síðani 1969:
1969 NFL, 1970 NFL, 1971 Neistin, 1972 Neistin, 1973 Neistin, 1974 Neistin, 1975 NFL, 1976 MB, 1977 MB, 1978 MB, 1979 SÍF, 1980 SÍF, 1981 Mjølnir, 1982 Mjølnir, 1983 Mjølnir, 1984 Mjølnir, 1985 Mjølnir, 1986 Mjølnir, 1987 Mjølnir, 1988 Mjølnir, 1989 Fleyr, 1990 Fleyr, 1991 Fleyr, 1992 Mjølnir, 1993 Mjølnir, 1994 Fleyr, 1995 Fleyr, 1996 Mjølnir, 1997 Fleyr, 1998 Mjølnir, 1999 Mjølnir, 2000 Mjølnir, 2001 Dráttur, 2002 TB, 2003 ÍF, 2004 Mjølnir, 2005 Mjølnir, 2006 Dráttur, 2007 ÍF, 2008 SÍ, 2009 SÍ, 2010 SÍ, 2011 Mjølnir, 2012 Mjølnir, 2013 Mjølnir, 2014 Mjølnir, 2015 TB, 2016 Fleyr, 2017 Dráttur, 2018 Fleyr, 2019 Fleyr, 2020 Mjølnir, 2021 SÍ.
Samanlagt: Mjølnir 21, Fleyr 9, SÍ 4, Neistin 4, NFL 3, MB 3, Dráttur 3, SÍF 2, TB 2, ÍF 2.