Meistararnir og FM favorittarnir í KÍ eru við at rigga av á Argjum. Í viðførinum norður aftur til Klaksvíkar hava teir 2-0 sigur. Nú hevur KÍ spælt fýra dystir, teir hava vunnið allar, og úrtøkan er 12 stig. KÍ er einsamalt topplið eftir fýra umfør.
AB er botnlið við ongum stigi og málmuninum 0-10.
Fyrra málið skoraði Jóannes Kalsø Danielsen, áðrenn 10 minuttir vóru farnir. Hann fekk sending úr vinstru frá Claes Philip Broberg, og úr umleið 10 metrum smekkaði Jóannes bóltin flatt í málið.
Tveir minuttur undan steðginum økti KÍ um leiðsluna. Tað var eftir innlegg úr høgru, at ein av AB verjuspælarunum var so óheppin, at hann stýrdi bóltin í sítt egna mál.
Í seinna hálvleiki hevði AB vindin undan. AB royndi at leggja fyri í álopsspælinum, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í KÍ málið.