Tað gekk soleiðis, sum tað varð væntað og roknað við, tá ið Kyndil og H71 í kvøld hittust í høllini á Hálsi. Hetta var onnur FM finalan. H71 vann tað fyrstu í Hoyvíkshøllini. Tá var úrslitið 34 – 25 efit 15 – 14 H71 leiðslu í steðginum.
Gongdin í kvøld minti nógv um hana leygarkvøldið. H71 vann 32 – 27, eftir at H71 í steðginum var frammanfyri 16 – 11.
Einasta ferðin, at Kyndil var á odda, var tá ið støðan eftir sjey minuttir var 4 – 3. Í hálvleikinum var munurin fimm mál. Fyrstu løtuna eftir steðgin helt Kyndil tørn, og munurin var onkra ferðirnar fýra mál. Sum seinni hálvleikur leið dragnaði, og tað var týðuligt, at Kyndil ikki megnaði at varðveita leikferðina, tá ið tær ikki skiftu so nógv út og talið á tekniskum villum vaks.
Hjá Kyndli vóru tað fýra málskjúttar, meðan níggju spælarar hjá H71 skoraðu mál.
Heilt stóri málskjúttin í kvøld var Turið Arge Samuelsen hjá Kyndli, sum hevur skorað fleiri mál í føroysku landskappingini enn nakar annar spælari hevur gjørt yvirhøvur. Í kvøld sendi Turið bóltin í málið 15 ferðir – tvær ferðir við tað við brotskøstum. Hinir málskjúttarnir hjá Kyndli í kvøld vóru Nadja Pejovic 7, Bjarta Osberg Johansen 3 og Bára Krossteig Hansen 2 mál.
Hjá H71 var Jana Mittún toppskjútti. Hon skoraði 10 mál. Hinir H71 málskjúttarnir vóru Anna Elisabeth Halsdóttilr Weyhe 5, Maria Halsdóttir Weyhe 4, Lukka Arge 4, Christina Arge 3, Vár B. Zachariasen 2, Sára Jacobsen 2, Elsa Egholm 1 og Karin Egholm 1 mál. Øll málini hjá Lukku Arge vóru við brotskøstum.
Triðja finalan verður leygarkvøldið í Hoyvíkshøllini. Tað liðið, sum fyrst vinnur tríggjar finalur, verður FM vinnari. Nú hevur H71 vunnið tvær finalur, og tað skal ganga heilt øðrvísi leygarkvøldið, enn tað hevur gjørt í tveimum teimum fyrstu finalunum, um H71 ikki longu í triðju finaluni fer at tryggja sær 2023 FM heitið.
Dómaraseðilin
https://files.hsf.fo/matches/reports/nknHJBYnP32xxgmXTrMx.pdf