FM avgerðin er útsett

Finala hondbóltur menn: Eftir H71 sigur á heimavølli í kvøld er tað greitt, at tað í hvussu so er vera fýra finalur

Í kvøld høvdu H71 áskoðararnir meiri at fegnast um, enn teir høvdu leygarkvøldið í Vestmanna
Jonhard Hammer
10. mai 2023 kl. 21:44

Í kvøld vann H71 28 – 21 á heimavølli í Hoyvík ímóti VÍF. Leygarkvøldið vann VÍF 30 – 26 á heimavølli í Vestmanna. Tað verður spælt best av fimm dystum í finaluni. Nú er støðan 1 – 1, og tað er greitt, at tað í hvussu so er vera tveir dystir aftrat. Ein í Vestmanna nú leygarkvøldið og ein í Hoyvík mikukvøldið um eina viku. Um tað tá verður neyðugt við fimtu og avgerandi finaluni, so verður hon í Vestmanna annað leygarkvøld.

Hálvleiksstøðan í kvøld var 13 – 5 til H71. Vestmenningar skoraðu fyrsta málið í 9. minutti, og tá ið tað restaðu fimm minuttir av 1. hálvleiki var H71 frammanfyri við fimm málum, og soleiðis var tað eisini eftir 1. hálvleik.

Tá ið 2. hálvleikur var hálvrunnin, var støðan 21 – 11, og síðani var spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin fór at verða.

Rói Ellefsen á Skipagøtu var sera eyðsýndur og toppskjútti við 10 málum. Hjá VÍF var Hallur Arason toppskjútti við seks málum.

Dómaraseðilin

https://files.hsf.fo/matches/reports/XGuRCCfYc6RkSatD5Klt.pdf

 

H71 – VÍF 28 – 21 (13 – 8)

2. FM finalan – støðan er 1 – 1

Í Hoyvíkshøllini mikudagin 10. mai kl. 19.00

H71:  Rói E. á Skipagøtu 10, Rókur Ziskason 5, Peter Krogh 4, Rúni Vest Højgaard 3, Bogi Hansen 3, Ragnar Karlsson 1, Høgni Højsted 1, Niklas H. Hanusarson 1

VÍF: Hallur Arason 6, Filip Jojic 5, Eyðbjørn Heini Danielsen 3, Kristian Jensen 2, Óla Jákup Gaard Olsen 2, Sjúrður Olsen 1, Andrias Eriksen 1, Philip Harper Müller 1