Flytur úr Klaksvík á Strendur
Hon verður bæði spælari, fysioterapeutur og venjari
Áki Bertholdsen
14. juni 2023 kl. 10:59
StÍF og Malene Madsen hava gjørt avtalu um, at hon fer at spæla við besta kvinnuliðnum hjá StÍF komandi kappingarár. Tað sigur StÍF í morgun.
Malene er 23 ár og strikuleikari. Hesi bæði seinastu árini hevur hon spælt við Stjørnuni. Áðrenn hetta leikti hon í trý ár við danska felagnum Skovbakken.
Hon er útbúgvin fysioterapeutur og eftir avtaluni verður hon eisini fysioterapeutur hjá barna-og ungdómsliðunum, og fer hon eisini at vera hjálparvenjari hjá gentuliðum.
Dan M. Jürgensen, høvuðsvenjari hjá kvinnuliðnum, sigur at Malene verður við til at gera verjuna støðugari og samstundis verður hon eisini ein styrki í álopsspælinum.