Flytur úr B36 og til HB

John Petersen er settur at vera hjálparvenjari í HB

Jóannes Hansen
24. februar 2023 kl. 22:31

HB skrivar soleiðis í kvøld:

Tað verður 50-ára gamli fyrrverandi málrevurin, John Petersen, sum kemur at standa undir liðini á Lukasz Cieslwicz hjá Betri kvinnum.

Tey flestu kenna John sum ein av vandamiklastu áleyparunum í føroyskum fótbólti, har tað tilsamans bleiv til 147 mál í 192 dystum í bestu deildini, umframt 71 mál í 82 steypadystum.

Sum venjari er John eisini ein royndur harri. Árini 2019-2021 var hann venjari hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, umframt at hann eisini hevur staðið á odda fyri Skála, AB og B36 í bestu deildini hjá monnum.

Vit bjóða John vælkomnum í norðara enda av Gundadali.

Venjaratoymið hjá kvinnunum er nú endaliga sett við Lukasz Cieslewicz, høvuðsvenjara, John Petersen, hjálparvenjara, Magnus Jakobsen, málmansvenjara og Eyðstein Simonsen, fysiskum venjara, skrivar HB í kvøld.