Flytingargluggin opin

Týsdagin 15. juni lat flytingargluggin hjá Fótbóltssambandinum upp, og verður opin til mánadagin 12. juli klokkan 16

Sigurjón Einarsson
17. juni 2021 kl. 07:00

Nú ber til hjá spælarum at skifta millum feløg. Flytingargluggin hjá FSF er opin frá 15. juni til mánadagin 12. juli klokkan 16.

Flytingargluggin er galdandi fyri allar spælarar – bæði gentur og dreingir, kvinnur og menn, 15 ár og eldri – og kunnu spælaraflytingar millum feløg einans fara fram í tíðarskeiðnum, tá flytingargluggin er opin.

Tað er tí av stórum týdningi at feløg, venjarar, spælarar, foreldur og onnur tryggja sær, at skrásetingin er røtt, tá flytingargluggin letur aftur, sum hesaferð verður tann 12. juli klokkan 16.

Kelda: Hans Erik Danielsen/Fótbóltssamband Føroya