Øll, ið vóru fylt 15 ár 1. januar, og ætla sær at skifta felag í summar, skulu fáa hetta avgreitt áðrenn týsdagin 12. juli klokkan 16:00. Hesum boðar Fótbóltssambandi Føroya frá, tí tá letur flytingarvindeyga hjá Fótbóltssambandi Føroya aftur. Flytingargluggin, ið letur aftur um eina viku, lat upp 15. juni.
Sambært aðalskrivaranum í FSF, Virgar Hvidbro, var flytingarvindeygað fyrr, bert galdandi fyri spælarar, ið høvdu sáttmála. Men soleiðis er ikki longur. Í 2020 broyttust reglurnar, og nú er vindeygað galdandi fyri øll – gentur og dreingir, kvinnur og menn – ið vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar í kappingarárinum.
Hetta merkir, at tey, ið vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar 2022, og sum ætla sær at skifta felag í summar, skulu fáa hetta avgreitt áðrenn týsdagin 12. juli klokkan 16:00.
Her ber til at lurta eftir samrøðu, ið FSF Varpið hevur gjørt við Virgar Hvidbro, aðalskrivara í Fótbóltssambandi Føroya, um hví hava vit eitt flytingarvindeyga, og hvat gongur tað út upp á?