Flowcore endaði í semifinaluni

Framløgan gekk fínt og tað gekk uppaftur betri at svara spurningum, men tað rakk ikki í finaluna.

Jonhard Hammer
3 tímar síðan

Framløgan gekk fínt og tað gekk uppaftur betri at svara spurningum, men tað rakk ikki í finaluna. Tó so, at koma í semi-finaluna var ein sigur í sær sjálvum og hevur longu latið okkum nógvar hurðar upp til bæði íleggjarar og kundar. Einans 2% av teimum, sum søkja, koma so langt.

Vanliga er tað ein stór avbjóðing at fáa fatur á topp-íleggjarum á ráðstevnum sum hesum, men hesu ferð hava tað verið íleggjararnir, ið hava roynt at fingið fatur á okkum, heldur enn umvent.

Skipað verður eisini fyri nógvum serligum tiltøkum fyri topp 20 fyritøkunum, har høvi er at netverka og læra frá fremstu heilunum í startup-verðini. Vil avgjørt mæla øðrum tøkniligum íverksetum at luttaka á Slush og Slush 100 sigur Ólavur Ellefsen stigtakari og stjóri á Flowcore

Tað hevur verið sera spennandi at fylgt Flowcore her frá síðulinjuni í Helsinki. At ein føroysk fyritøka klárar seg so væl á altjóða pallinum hevur stóran týdning fyri íverksetaraumhvørvið í Føroyum, tí tað vísir at vit kunnu saktans.

Einastu londini í Norðurlondum sum megnaðu at fáa eitt pláss millum 20 tey bestu vóru Føroyar og Finnland, so tað er ótrúliga flott sigur Sóley Hammer stjóri í Hugskotinum.