Tvær ferðir hava royndir verið gjørdar at fáa flóttafólk úr Mariupol – báðar ferðirnar hevur tað gingið galið.
– Har vóru minur á farleiðunum út av býnum, upplýsir altjóði Reyði Krossur í dag.
Dominik Stillhart, stjóri fyri altjóða tiltøkum hjá Reyða Krossi, mælir stríðandi pørtunum til at finna eina loysn á hesum trupulleika.
– Inntil víðari hava vit, tíverri, bara sæð prinsippavtalur. Vit høvdu eitt lið í Mariupol sunnudagin, ið skuldi fylgja flóttafólki úr býnum, men so skjótt tey náddu til fyrsta vaktarstaðið, so løgdu tey til merkis, at har vóru minur lagdar út, sigur Dominik Stillhart.
Russland og Ukraina royndu bæði leygardagin og sunnudagin at flyta fólk burtur úr Maripol, men tað miseydnaðist báðar ferðirnar.
Báðir partar leggja hvønn annan undir fyri at hava brotið vápnahvíldina, ið varð lýst at vera.
ES-forsetin, Charles Michel, hevur í dag tosað við russiska forsetan, Vladimir Putin. Her mælti hann russiska forsetan til at steðga innrásini í Ukraina og syrgja fyri tryggum farleiðum. Tað skrivar ES-forsetin á Twitter.
Vladimir Medinskij, ið hevur høvuðsábyrgdina fyri samráðingunum fyri Russland, ákærdi í dag Ukraina fyri at blokera fyri teimum humaniteru landgeilum.
Eisini ákærir hann Ukraina fyri at brúka vanlig fólk sum skjøldur og sigur, at tað ivaleyst er eitt krígsbrotsverk.
Nú klokkan 14 føroyska tíð settust ein samráðingarnevnd fyri Ukraina og Russlandi aftur við samráðingarborðið.
Hetta er triðju ferð, at samráðingar eru á skránni, síðan russisku innrásina.
Tvær tær fyrru ferðirnar hava samráðingarnar endaðar úrslitaleysar.
Kelda: Ritzau/AFP