Fløskupostur: 21 ár úr Sandvík til Kirkjubøar

Í gjár fekk sandvíkskvinnan Rakul J. Nielsen eini boð á Facebook um, at fólk høvdu funnið ein fløskupost, sum í 2000 blakaði í havið. Fløskuposturin, sum hevur verið umleið 21 ár á sjónum, varð funnin av einari familju, sum varð farin gongutúr út í Bø, sum liggur sunnanfyri Kirkjubø

Sveinur Tróndarson
7. mars 2021 kl. 13:23

- Eg eiti Rakul Johanna Nielsen, 860 Sandvík, 9 ár, ár 2000. Love.

Tað stóð í fløskupostinum, sum Rakul Johanna Nielsen fyri góðum 20 árum síðan blakaði í havið í Hvalgjógv, sum er beint sunnanfyri parkeringplássið og beint sunnanfyri Sigmundsgjógv í Sandvík.

Tá var Rakul Johanna Nielsen bara níggju ára gomul, og síðan tá hevur hon ikki hoyrt eitt orð frá fløskupostinum.

Men í gjárkvøldið, meira enn 20 ár eftir, at fløskuposturin varð tveittur í havi, kom ein familja fram á fløskuna, sum tey funnu á einum gongutúri.

Á Facebook skrivar Rakul soleiðis:
“Í dag fekk eg hesa myndina sendandi, saman við hesum tekstinum: “Hey, góða Rakul. Maðurin, sonurin og eg hava verið gongutúr “Úti í Bø” sum liggur sunnanfyri Kirkjubø. Tað bhesta á túrinum var hendan heilsan til okkara frá tær sum tú hevur sent við fløskupostið fyri 21 árum síðani.” Eg haldi at hetta er so stuttligt, at eg mátti deila tað. Eg minnist eisini,at eg blakaði fløskuna útí, í Hvalgjógv.”

Vit hoyra ikki altíð so nógv um fløskupostar, sum verða funnir so langa tíð eftir, at teir eru tveittir á sjógv, og tað er verri enn so altíð, at tað frættist nakað frá teimum í heila tikið.

Men fyri nøkrum fáum døgum síðan visti Dimmalætting at siga frá um ein annan føroyskan fløskupost, sum eitt skótalið úr Klaksvík tveitti á sjógv, og sum fyri kortum varð funnin í Hetlandi.

Tað løgna samanfallið við hesum báðum fløskupostunum er, at teir báðir hava verið í sjónum í 21 ár...