Florida: NRA stevnir statin eftir hert vápnaeftirlit

Amerikanski vápnafelagsskapurin, The National Rifle Association, hevur stevnt Florida, eftir at staturin hevur samtykt at...

Elisa Vang
10. mars 2018 kl. 11:50

Amerikanski vápnafelagsskapurin, The National Rifle Association, hevur stevnt Florida, eftir at staturin hevur samtykt at herða vápnaeftirlitið. Hetta hendi í kjalarvørrinum av skúlahópdrápinum í einum skúla í Parkland, Florida, í síðsta mánaða. Tað skrivar BBC News á heimasíðu sína.

Rick Scott, sum er republikanskur guvernørur í Florida og trúgvur viðhaldsmður hjá NRA, løgfesti lógaruppskotið.

Lógin inniber, at aldursmarkið fyri at keypa vápn í Florida er hækkað, men loyvir eisini, at lærarar skulu venjast í at brúka - og sleppa at bera - vápn. 

Hálvautomatisk vápn - eins og hópdrápsmaðurin brúkti í skúlahópdrápinum - verða ikki bannaði, men ein tríggjar dagar long kravd bíðitíð verður áløgd alt vábnakeyp, og haraftrat verða sokallað "bump stocks" bannaði. Ein "bump stock" er eitt tól, ið ger tað møguligt at skjóta hundraðtals skot um minuttin við hálvautomatiskum vápni.

NRA lótu inn stevningina fríggjadagin, bert eina tíma eftir, at guvernørurin hevði sett lógina í gildi.

Klagan frá vápnafelagsskapinum vísir á, at lógin er í stríð við amerikonsku grundlógina, grein tvey, sum heimilar rættin hjá borgarum at bera vápn. Haraftrat vil NRA vera við, at lógin er í stríð við grein 14 í amerikonsku grundlógini, við at forbjóða lóglýdnum borgarum at keypa vápn.



Tað, at eitt republikanskt stýri í einum stati, har NRA hevur ógvuliga stóra ávirkan, samtykkir eina tílíka lóggávu, verður sæð sum ein ein sterkur boðskapur til yvirhugaðu vápnaeftirlitskampanjuni, sum tey ungu fólkini, ið yvirlivdu hópdrápið 14. februar, og foreldur teirra, hava stovnað.


Scott guvernørur skrivaði undir lógina, umringaður av næmingum í skúlanum í Parkland og familjum teirra.

 

 

 


"Hesin dagurin skal verða ein boðskapur til alla tjóðina um, at stjórnin kann og má gera skjótt av", segði Scott.