Florida: Ákærumyndugleikin krevur deyðarevsing

Nikolas Cruz, ið er ákærdur fyri at hava framt hópskotdrápið á einum miðnámsskúla í Florida í februar, var avhoyrdur í...

Alda Nielsdóttir
14. mars 2018 kl. 18:42

Nikolas Cruz, ið er ákærdur fyri at hava framt hópskotdrápið á einum miðnámsskúla í Florida í februar, var avhoyrdur í rættinum í dag. 19 ára gamli ungi maðurin helt høvdinum niðri, tá hann varð leiddur inn í rættarhølið.

Skyldfólk hjá summum av teimum, ið vórðu dripin og teimum, ið vórðu særd í Marjorie Stoneman Douglas High School vóru møtt upp til avhoyringina.

Zachary, yngri beiggi Cruz, var eisini til staðar, og hann græt, tá beiggi hansara varð leiddur inn í rúmið.

Ákæruritið varð almannakunngjørt ígjár, og ákærumyndugleikin krevur deyðadóm.

Nikolas Cruz er ákærdur fyri at hava dripið 17 fólk, 14 næmingar og 3 lærarar, og 17 drápsroyndum í sambandi við skottilburðin í februar.

Andrew Pollack, ið er pápi at einum av 14 næmingum, ið doyðu, segði, at tað hevði verið ov lætt at givið honum eina sproytu, og at hann heldur átti at rotna í einum fongsli. Um hann sjálvur slapp at avgera, hvussu Cruz skuldi doyggja, hevði hann tikið undir við deyðarevsingini.

Verjin hjá Cruz hevur boðað frá, at tann 19 ára gamli maðurin er til reiðar at játta seg sekan, um ákærin ikki fer eftir deyðarevsing. Ein slík avtala kann enn verða gjørd, hóast ákæruritið er latið inn. Játtar Cruz seg sekan er einasti møguleiki hansara, burturfrá deyðarevsing, at sita í fongsli fyri lívið, uttan møguleika fyri at verða royndarleyslatin.

Kelda: local10.com