Fløkt og tíðarkrevjandi at skifta kyn

Tvørkynd í Føroyum mugu bíða leingi eftir at sleppa at skifta kyn. Tí noyðast tey at liva við almennum navni, sum ikki samsvarar við teirra kynsliga samleika.

Katrin Johannessen
17. juli 2020 kl. 09:24

Fløkt og tíðarkrevjandi at skifta kyn
Tey flestu av okkum hava ikki sjálv valt okkara navn. Tað er nakað vit fáa, sum oftast frá foreldrum okkara sum børn og síðani liva við restina av lívinum.

-Tá tú sum tvørkyndur skalt velja eitt nýtt navn, so er tað skjótt at fáa ringa samvitsku mótvegis foreldrunum. Tað kennist sum at taka nakað frá teimum. Eitt navn er ikki bert eitt orð. Tað er meir sum eitt mannalív. So tað kann kennast sum tú tekur eitt barn frá foreldrunum, tá tú skiftir kyn og navn, sigur Leo Lávík, ið er tvørkyndur maður.

Eitt er at velja eitt navn og at fáa tey nærmastu at nýta nýggja navnið. Eitt annað er at fáa hetta framt formliga. Í Føroyum er tað bæði fløkt og tíðarkrevjandi at skifta kyn.

-Um tú til dømis skal skifta frá kvinnu til mann, so er kravt at tú skalt steriliserast. Men tað kann ganga øgiliga leingi, frá tú byrjar tilgogndina og til allar viðgerðinar eru lidnar, sigur Leo Lávík.

Hann greiðir frá, at transpersónar í Føroyum, skulu seta seg í samband við sín kommunulækna sum tað fyrsta. 

Kommunulæknin ávísir til psykiatiska depilin á Landssjúkrahúsinum. Har verða tvørkynd útreidd fyri at tryggja, at tey eru við fult vit og til dømis ikki hava eina psykosu, áðrenn tey av álvara fara í holt við tilgondina at broyta kyn. 

Síðani ávísir psykiatarin tey víðari til Center for Kønsidentitet. Har skulu tey enn einaferð tosa við ein sálarfrøðing áðrenn viðgerðin av álvara kann byrja. Um tú samanber við ein transpersón í Danmark, so eru tvey eyka stig á leiðini, tí Center for Kønsidentitet er fyrsta staðið danskir transpersónar venda sær, fyri at fara í holt við viðgerð. Tá eru longu fleiri ár gingin, og viðgerðin tekur eisini fleiri ár a útinna.

-Eitt av málunum vit arbeiða við í mun til at menna rættindini hjá tvørkyndum, er at tryggja tvørkyndum føroyingum skjótari atgongd til viðgerð, sigur Sonja J. Jógvansdóttir, nevndarlimur í LGBT Føroyar. 


Løgfrøðiligt kynsskifti
Av tí at tilgongdin at broyta kyn tekur so langa tíð so noyðast tvørkyndir føroyingar at hava almenn prógv og skjøl, sum ikki samsvara við teirra kynsliga samleika ella teirra útsjónd. 

Í august 2018 legði Sonja J. Jógvansdóttir uppskot fyri tingi, um at gera tað lættari at skifta kyn løgfrøðiliga. Uppskotið var, at tvørkynd skuldu søkja um at fáa eitt p-tal, sum samsvarar við teirra kynsliga samleika. 6 mánaðar eftir umsóknina skuldi viðkomandi vátta at ynski framvegis var um eitt nýtt p-tal, áðrenn tað so kundi broytast formliga. 

-Uppskotið var so avgjørt ikki tikið væl ímóti á tingi. Eg havi tó ein varhuga av, at føroya fólk eru meira opin mótvegis teimum tvørkyndu hóast tað enn er rættiliga nýtt fyri nógv, sigur Sonja J. Jógvansdóttir.

Hon hevur ikki tveitt frá sær og arbeðir enn, sum partur av nevndini í LGBT Føroyum fyri at ein tílík lógarbróting skal koma í framtiðini.

- Persónliga stendur tað er geva tvørkyndum rættindi at skifta løgfrøðiligt kyn nummar eitt, tvey og trý á mínum lista yvir hvat er umráðandi at fremja í løtuni, sigur Sonja J. Jógvansdóttir.

Les meir í dagsins Dimmalætting.