Íslenski forsetin, Guðni Th. Jóhannesson hevur úr at gera í dag. Altingsval var í Íslandi um vikuskiftið, og í dag skulu allir teir átta floksformennirnir fundast við Guðna um hvussu ein samgonga kann skipast.
Tann fyrsti ið skal fundast við Guðna er formaðurin í Sjálfstæðisflokkinum og fyrrverandi forsætisráðharrin, Bjarni Benediktsson. Sjálfstæðisflokkurin fekk, hóast nógv rumbul og ónøgdsemi, eitt gott val, við 25,2% av øllum atkvøðunum. Flokkurin, Vinstri Grønu, sum í øllum kanningum stóð til at vinna valið, fekk næstflest atkvøður, 16,9%. Formaðurin í Vinstri Grønum, Katrín Jakobsdóttir, er næst at fundast við Guðna Th. Jóhannesson, eftir Bjarna Benediktsson.
Sambært íslenska miðlinum Vísir.is, eru óformligar samgongusamráðingar longu byrjaðar. Katrín Jakobsdóttir hevur sagt, at hon vil royna at arbeiða fyri einari samgongu, við teimum flokkunum, ið vóru í andstøðu seinasta valskeið. Tað vil siga, við flokkunum, Vinstru Grønum, Samfylkingini, Piratum og Framsóknarflokkinum. Við øllum hesum flokkunum í einari samgongu hava tey ein lítlan meiriluta uppá 32 tinglimir.
Eftir íslenska valið í fjør gingu umleið tríggir mánaðir áðrenn samgonga bleiv skipað. Eirikur Bergman, professari við universitetið Bifröst, sigur við Vísir, at hann væntar ikki, at tað fer at taka so langa tíð hesu ferð. Hann metir, at støðan er nógv opnari hesu ferð, og at tað ikki fer at snúgva seg eins nógv um, at útihýsa ávísum politikarum, sum tað gjørdi seinast.