Flokkurin hjá Mandela mist meirilutan fyri fyrstu ferð

Suðurafrika hevur hildið val, og flokkurin sum fekk valdið við Nelson Mandela á odda aftaná apartheid hevur fyri fyrstu ferð ikki meirilutan av atkvøðunum.

Halgir Winther Nagata
3. juni 2024 kl. 13:20

Politiski flokkurin ANC (African National Congress) hevur sitið einsamallur við valdinum í Suðurafrika seinastu 30 árini. Men aftaná seinasta valið, eigur flokkurin 159 av 400 av mandatunum í parlamentinum. Tað skrivar DR.

Tað merkir altso, at ANC fyri fyrstu ferð hevur minni enn helvtina av tinglimunum, og kunnu ikki skipa stjórn einsamøll, sum tey annars hava verið von við.

Orsøkin er millum annað vaksandi arbeiðsloysi, harðlig brotsverk, og versnandi infrakervi. Hetta hevur viðvirka til minkandi stuðul til sitandi stjórn, skrivar The Guardian.

Nú stendur ANC fyri fyrstu ferð yvir fyri avbjóðingini at samráðast fyri at skipa samgongu og sleppa at halda áfram í stjórnini.