Flogternur fingið nýggjan sáttmála

Semja um sáttmálan fyri flogternur er undirskrivað

industry.fo
2 tímar síðan

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Súlan hava skrivað undir nýggjan 2-ára sáttmála, sum er galdandi til 31. oktober 2026.

Partarnir eru samdir um eina lønarhækking tann 1. oktober 2024 á 4,32% og tann 1. oktober 2025 á 3,87%. Karmurin á 8,19% er sostatt á sama støði sum aðrar semjur hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag í verandi samráðingarrundu, sum byrjaði við samráðingunum við arbeiðarafeløgini.