Flogskipararnir hjá SAS útseta verkfallið í 72 tímar

Teir umleið 1.000 flogskipararnir hjá SAS fara ikki í verkfall fyribils

Sigurjón Einarsson
29. juni 2022 kl. 08:59

Flogførini hjá SAS fóru á flog í morgun, hóast flogskipararnir høvdu boðað frá, at teir fóru í verkfall í morgun, um eingin nýggjur sáttmáli var undirskrivaður.

Tí hóast freistina á midnátt, so hava partarnir avtala, at tíðarfreistin fyri einum verkfalli bleiv útsett við 72 tímum, sum er á midnátt til náttina til leygardagin komandi.

Tað veit DR at siga í morgun.

Danmarks Radio skrivar á heimasíðuni, at eingin av pørtunum ynskir at avdúka, hví orsøk er fyri at samráðast víðari, men sum skilst er komið glið á samráðingarnar.

Tað, at verkfallið er útsett í 72 tímar, merkir, at flogførini hjá SAS flúgva sum vanligt í dag.