Floghavnin í Kabul letur upp fyri innlandsflúgving og neyðhjálp

Floghavnin í Kabul hevur verið stongd síðan 31. august, eftir at USA og hini sameindu londini fluttu síni seinastu fólk úr Afghanistan. Hon er nú latin upp aftur innlands flogferðslu og neyðhjálp

Katrin Joensen-Næs
5. september 2021 kl. 15:00

Innlands flogferðan millum afghanska høvuðsstaðin Kabul og tríggir av teimum størstu býunum í Afghanistan verður nú tikin uppaftur.

Sambært Ritzau tók Ariana Afghan Airlines flúgvingina uppaftur leygardagin.

Hóast tíggjutúsundtals afghanarar vórðu fluttir av landinum áðrenn floghavnin stongdi, sita fleiri túsund enn eftir. Fleiri hava ferðaloyvi, men náddu ikki at koma til floghavnina, áðrenn hon stongdi hin 31. august. Taliban hevur lovað, at hesi sleppa trygt av landinum.

Katar sendi fyrr í vikuni eitt lið av teknikarum til floghavnina í Kabul fyri millum annað at bøta um flogbreytina, so flúgving kundi takast upp aftur.