Alaska Airlines-flogfarið hevði júst lent, tá flogskiparin merkti, at tað 60 tons tunga flogfarið rakti eitt ella annað.
Eingin trupulleikar vóru við at fáa flogfarið koyrt til farstøðina, men tað vísti seg, at vinstri flogfarsmotorurin hevði fingið skaða, og tað lá ein deyð brún bjørn – ein hon – á flogbreytini. Óhappin hendi um 18.30-tíðina leygardagin tann 14. november, so tað var myrkt á leiðini, og flogskiparin hevði ikki møguleika fyri at síggja brunu bjørnina, ið var komin inn á flogbreytina. Bjørnin hevði ein tvey ára gamlan unga, sum slapp við lívinum.
Tað skrivar netmiðilin The Aviation Herald, har eisini myndir kunnu síggjast av skaðanum av vinstra motorinum á flogfarinum, eftir tað hevði rakt bjørnina.
Fuglar í motorin
Hetta var ein av teimum heilt óvanligu óhappunum, men tað er ikki heilt óvanligt, at fuglar koma í motorin á flogførum.
Seinastu árini er tað komið tríggjar ferðir hjá Atlantsflog, at fuglar eru komnir í motorin.
Tann 9. juli í ár hendi tað, at ein fuglur kom í annan motorin, tá nýggjasta flogfarið í flotanum, Tita, skuldi flúgva úr Billund til Føroya. Tá tílíkt hendir, eru tað ávísar mannagongdir, ið skulu fylgjast og flogfarið verður kannað gjølla.
Tann 3. mars í fjør hendi tað undir fráferð úr Vágum. Flogfarið lendi aftur í Vágum 20 minuttir seinni - Flogskiparin kunnaði væl um trupulleikan, og tað var eingin panikkur umborð, segði stjórin í Atlantic Airways við ÚF í tíðindunum klokkan 10 tann dagin.
Fyrsta august í 2014 hendi tað eisini við fráferð úr Keypmannahavn, tá RC459 hjá Atlantic Airways fekk ein fugl inn í motorin.
Hóast fuglar kunnu koma í motorin á flogførum, so eru vit sloppin rættiliga væl undan stórum óhappum, ið kunnu standast av tílíkum hendingum, verður hugt eftir hagtølum fyri Evropa og Norðuramerika.