Øll 71 fólkini, ið vóru umborð á russiska flogfarinum doyðu, eftir at flogfarið datt niður uttanfyri russiska høvuðsstaðnum Moskva.
Umborð á flogfarinum vóru 65 ferðafólk og 6 starvsfólk. Flogfarið datt niður við býnum Argunovo, sunnanfyri Moskva. Tað sigst, at partar av líkum vórðu funnir á vanlukkustaðnum, skrivar Berlingske.
Íbúgvarnar í Argunovo greiða frá, at tey hava sæð eitt brennandi flogfar detta niður úr himlinum, og at partar av flogfarinum liggja spreitt útyvir vanlukkustaðið.
Fólk eru send á staðið.
Flogfarið var ávegis til býin Orsk nær markinum til Kasakhstan. Longu tveir minuttir eftir, at flogfarið var farið á flog úr Moskva, hvarv flogfarið av radaranum.
Talan er um eitt flogfar av slagnum Antonov AN-148 frá flogfelagnum Saratov Airlines. Flogfelagið hevur 13 flogfør av tí slagnum. Tey hava tveir motorar og pláss til upp til 85 ferðafólk. Flogfelagið flýgur bert innanríkis.