Flogbóltur: U22-menninir í holt við heimselituna

Týsdagin fór U22-landsliðið til Lettlands at kappast í EM-undankapping, sum byrjar í dag. Har fara Føroyar næstu dagarnar at dystast ímóti Lettlandi og síðani krútsterka Serbia, ið hoyrir til elituna í flogbóltsheiminum

Kristian Waag Dam
19. mai 2022 kl. 09:55

Í dag byrjar EM-undankappingin hjá føroyska U22 flogbóltslandsliðnum hjá monnum. Føroyar skulu í hesum sambandið leika tveir dystir í Lettlandi næstu dagarnar. Orsakað av krígnum í Ukraina, eru Russland og Hvítarussland útihýst frá kappingini, og tí varð kappingin umskipað, soleiðis at Føroyar komu í bólk B, har bara trý lið eru: Lettland og Serbia umframt Føroyar. Fyrsti dysturin hjá føroyska landsliðnum, er ímóti Lettlandi.

Lettar óttast ikki føroyska landsliðið

Lettland hevur góð úrslit at vísa á í ungdómsflogbólti, millum annað gjørdist lettiska U21-liðið nummar átta í HM-kappingini í 1997. Lettar tykjast ikki at óttast føroyska liðið stórvegis, tí við heimasíðuna hjá lettiska flogbóltssambandinum segði lettiski landsliðsvenjarin, Lauris Iecelnieks, soleiðis:

- Vit hava ongar upplýsingar um Føroyar, men vit áttu ikki at fingið trupulleikar av teimum.

Føroyar hava heldur ikki so øgiliga nógva vitan um lettiska liðið, men lesast kann, at hæddin á teirra leikarum, sum ikki eru hevarar ella libero, er 195,6 cm í miðal. Tað er væl meira enn okkara røkka í miðal.

Serbia er krútsterk flogbóltstjóð

Serbia er krútsterk flogbóltstjóð. Í 2011 vann U21-liðið hjá Serbia bronsu í HM-kappingini, sum var í Brasil. A-landsliðið hjá Serbia er í løtuni styrkismett sum nr. 5 í Evropa og nr. 9 í heiminum og endaði á fjórða plássi í seinastu EM-kappingini, sum var í fjør. Harafturat hevur Serbia vunnið EM-gull í 2011 og í 2019, og bronsu í 2007, 2013 og 2017.

Føroyska U-22 landsliðið:

Bjarni Joensen (SÍ) Nr. 2

Filip Ilic (ÍF) Nr. 5

Ólavur Johannesen (Mjølnir) Nr. 4

Matias Nolsøe Isaksen (Fleyr) Nr. 1

Julian West Niclasen (SÍ) (ikki á myndini)

Jónfinnur Hansen (Fleyr) Nr. 10

Ragnar Weihe (SÍ) Nr. 14

Jón Weihe Simonsen (SÍ) Nr. 6

Vuk Ilic (ÍF) Nr. 7

Josiah Lukama (Mjølnir) Nr. 11

Silas Poulsen (SÍ) Nr. 8

Símun H. Poulsen (Mjølnir) Nr. 13

Høvuðsvenjari er Jens Bang, og hjálparvenjarar eru Boban Ilic og Cristian Imhoff.

Dystarskráin:

19. mai kl. 17:00: Føroyar – Lettland

20. mai kl. 17:00: Serbia – Føroyar

21. mai kl. 14:00: Lettland – Serbia

Fimm aðrir bólkar eru í kappingini, sum verða avgreiddir í ymsum londum. Bólkavinnararnir saman við besta tvey’aranum í øllum bólkunum fara víðari til sjálvt EM-endaspælið, sum verður í Póllandi í juli.