Fuglfirðingurin hevur longu bitið seg fastan á liðið hjá Amager Volley Elite í bestu donsku deildini.
Venjarin hjá Amager Volley, Mads Ditlevsen, sigur, at Tróndur hóskar sera væl til stílin og ta leikætlan, sum liðið spælir eftir.
- Tróndur hevur ment seg nógv, bæði í verjuspæli og í álopskendum servuspæli, sum er vorðið eitt av hansara sterkastu vápnum. Hann er blivin ein betri diagonalspælari og kann menna seg til ein av teimum allar bestu í kappingini, sigur venjarin um unga fulgfirðingin.
Tróndur Høgnason Hansen hevur áður umboðað ÍF í bestu føroysku deildini og var millum annað við til at vinna steypakappingina í fjør.
Sjálvur letur føroyski leikarin væl at umstøðunum.
- Vit venja oftari enn í Føroyum. Størsti munurin er, at tey góðu liðini í deildini eru nógv sterkari enn tey føroysku, so eg sleppi at royna meg móti fleiri leikarum, sum eru betri enn eg sjálvur, sigur Tróndur.