Havnin verður vertsbýur fyri EM-kapping í flogbólti fyri U 20 menn í døgunum 22. - 26. mars í 2018.
Flogbóltssamband Føroya hevur líka síðan stovningardagin í 1980 verið ógvuliga virkið á altjóða pallinum við ungdómsliðum og A-landsliðum. Flogbóltssambandið hevur eisini skipað fyri altjóða kappingum í Føroyum, og í 2008 var EM-kapping fyri kvinnur, eins og tað í 2016 varð skipað fyri EM/HM kapping fyri kvinnur í Havn, tá Føroyar gjørdist nr. 2.
Í sambandi við U 20 kapping hjá manslandsliðum, bjóðaði Flogbóltssamband Føroya seg fram at hýsa einum bólki hjá U 20 monnum.
CEV - Evropeiska Flogbóltssambandið hevur boðað frá, at ein bólkurin fyri U 20 menn verður spældur í Føroyum. Liðini koma til Føroyar 22. mars og fara avstað aftur 26. mars. Í hesum bólkinum eru umframt Føroyar: Skotland, Luksemburg og Ísland.
Eins og í 2008 og 2016, tá ið Flogbóltssamband Føroya skipaði fyri EM-kapping, verður Tórshavn vertsbýur fyri kappingini. Umbygda Stórhøllin á Hálsi verður gjørd til, so hon kann hýsa tiltakinum við øllum teimum treytum, ið settar verða.
- Føroyskur flogbóltur á altjóða stigi verður sum oftast leiktur í øðrum londum, tá ið lið okkara dystast við onnur. At sleppa at leika á heimavølli enn einaferð er tí forkunnugt og av tí sama sera spennandi hjá allari ítróttini og serliga leikarunum, sum tá sleppa at vísa seg fram fyri egnum áskoðarum.
At tað hesaferð eru okkara ungdómar sum koma at kappast, ger tað ikki minni spennandi.
- Hetta tiltakið er bara møguligt, um fleiri partar ganga saman um tað. Gott samstarv við Atlantic Airways, Hotel Føroyar og serliga Tórshavnar Kommunu, sum tryggjar karmarnar, ger tað møguligt hjá Føroyum aftur í 2018 at hýsa altjóða tiltaki á hægsta stigi, sigur Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandinum.