Umbygda og nýggja Høllin á Hálsi gevur flogbóltinum nýggjar og góðar møguleikar at hava stórar kappingar - og júst hetta verður roynt í dag.
Stóra satsið hjá Flogbóltssambandi Føroya – Flogbørn – fer í dag at hava sína stórstu kapping, sum øll verður gjøgnumførd í einari høll.
Um 80 lið í aldrinum undir 12 ár fara í tíðarskeiðnum frá kl. 12,30 og 5,5 tímar fram at spæla flogbólt á 10 vøllum í Stór Høllini á Hálsi og íalt 141 dystir verða leiktir.
Feløgini, sum eru við eru hesi:
Ternan, Toftir
KÍF, Kollafjørður
Dráttur, Miðvágur/Sandavágur
Fleyr, Tórshavn
B 71, Sandoy
SÍ, Sørvágur
TB, Tvøroyri
Mjølnir, Klakvík
ÍF, Fuglafjørður
Høvuðsfyrireikarar í kappingini eru Anne Frederiksen og Peter Morell.
Kappingin verður liðug umleið klokkan 17,45.