Føroya Tele-deildin, menn:
ÍF – Mjølnir 3-2 (25-23, 21-25, 26-28, 25-21, 15-11)
Treytirnar hjá ÍF vóru undan dystinum púra greiðar: Tapti ÍF, so glapp FM-finalan av hondum. Fimm stig í sínum tveimum síðstu dystum var tað, sum kravdist, skuldi ÍF í finaluna. Partur av tí setninginum greiddu fuglfirðingar í gjárkvøldið, tá tvey stig komu til vega í fimm-settaranum ímóti oddaliðnum, Mjølni.
Hin parturin av setninginum er nú at vinna trý stig í síðsta dystinum ímóti Fleyr, sum verður í Havn leygardagin klokkan 18. Stendur ÍF ta royndina, so er liðið í FM-finalunum, sum tóktust eitt sindur kámt undan dystinum í gjárkvøldið.
Dreymabyrjan hjá ÍF
Greitt var frá fyrstu servu, at ÍF absolutt ikki ætlaði at lata finaluplássið gleppa sær av hondum, og støðan gjørdist 9-5 og 11-7. Men so kom stígur í og Mjølnir javnaði til 12-12. Hereftir gekk javnt á, men helst mundi ótti koma á heimaáskoðararnar, tá Mjølnir legði seg framum 20-18. ÍF javnaði tó til 21-21, og legði seg síðan framum 24-22. Mjølnir yvirlivdi fyrsta settbóltin, men servaði síðan í netið, so ÍF vann settið 25-23.
Lógu Fuglfirðingar sjóvarfallið av sær?
Tá ÍF síðan legði seg á odda 11-4 í øðrum setti, sá støðan avbera góð út, men so við og við beit Mjølnir burturav leiðsluni, og brátt var støðan javnleikur 13-13. ÍF vann seg trý stig framumaftur, men Mjølnir javnaði til 17-17, og legði seg eisini framum 24-21 og vann settið 25-21.
ÍF iðraði seg um spilta møguleikan at taka settið eftir góðu byrjanina, men var brekan brøtt eftir tapta annað-settið, so gjørdist hon mikið brattari eftir eisini at hava tapt triðja sett, sum var meinlíkt tí undandfarna. ÍF førdi hesa ferð 13-6, tá leiðslan fór at minka. Soleiðis gjørdist støðan 16-12 og 18-17, og síðani javnleikur 19-19, áðrenn Mjølnir fekk settbólt við 24-23. ÍF yvirlivdi, og vann sær sjálvum settbólt við 26-25, men Mjølnir vendi tí aftur og vann settið 28-26, tá smassjið hjá ÍF brast í gólvið uttanfyri vøllin.
Men ÍF leggur seg aldrin uttan svørðslag. Eftir at tað hevði verið púra javnt til 16-16 í fjórða setti, vann ÍF seg tvey stig framum og helt seg frammanfyri, tað sum eftir var av settinum, sum varð vunnið 25-21.
Alt ella einki
Tapti ÍF javnbrótaran, so reyk finalan eisini. Útlitini vóru tó góð fyri ÍF, tá støðan gjørdist 6-4 við tveimum serviessum frá Arthuri D. Poulen, sum annars hevði sitið á beinkinum stóran part av dystinum. Í báðum førum feilmetti Mjølnir longdina á servuni, sum helt seg innanfyri. Mjølnir javnaði tó til 6-6 og 7-7, men so vann ÍF tríggjar bóltar rað og legði seg á odda 10-7, sum gjørdist avgerandi. ÍF fekk síðani fimm dystarbóltar við støðuna 14-9 og gjørdi sær dælt av tí triðja og vann 15-11 – og ikki minst dystin 3-2, sum var akkurát nóg mikið til at halda lív í vónini um FM-finalur.
Einasta forðingin fyri at gera dreymin til veruleika er nú Fleyr. Leygardagin klokkan 18 møtast liðini í Høllini á Hálsi í Havn, og vinnur ÍF 3-0 ella 3-1, so eru Fuglfirðingar í FM-finalunum. Annars verður tað SÍ, ið strýkur avstað við finaluplássinum.
Teir tríggjar undanfarnu landskappingardystirnar ímóti Fleyr hevur ÍF allar vunnið 3-1.