Mikukvøldið byrjar fyrsti dysturin í EM-undankappingini, tá føroyska A-landsliðið við monnum møtir Estlandi.
Estland er styrkismett nr. 24 í Evropa og kann sammetast við Belgia, sum Føroyar taptu 3-0 fyri seinasta mikudag. Sunnudagin vann Belgia 3-2 á Estlandi í 130-minuttir-langa dystinum, sum endaði 18-16 í avgerandi settinum.
Yrkisleikarar í sterkastu kappingum
Estland er uttan iva sterkasta landslið, sum hevur verið í Føroyum, og liðið hevur verið við í teimum seinastu fýra EM-endaspølunum, so hetta er ikki hissini mótstøða, Føroyar møta.
Miðalhæddin á estlendska liðnum er góðar 195 cm, sum er góðar seks cm meira enn teir 189 cm á føroyska liðnum. T.d hava estar ein blokkleikara, Mart Naaber, sum er 212 cm langur, og sum fær okkara egna Jóhan Arna Elisson Wang upp á einans 203 cm at síggja lítlan út. Hesin 212 cm langi blokkleikarin er so eisini einasti leikarin, sum spælir í estlendsku kappingini. Allir hinir spæla í øðrum londum, og teir flestu av teimum spæla í teimum allar sterkastu kappingunum í heiminum so sum tí italsku, pólsku, týsku, fronsku og eisini brasilsku, har stjørnuleikarin Robert Täht spælir.
Vóna nógvar áskoðarar
Ofta hevur verið langt ímillum landsdystir í Føroyum, men tá teir hava verið, so hava teir sum oftast savnað nógv fólk. Og tað vónar liðskiparin á føroyska liðnum, Thorvald Danielsen, hendir aftur hesa ferð.
- Tað hevði verið stuttligt at sæð nógvar áskoðarar til dystin, tí tað ger stóran mun, at vit hava nógvar áskoðarar við okkum”, sigur liðskiparin við FM1.
Dysturin verður spældur í høllini á Hálsi mikukvøldið klokkan 19 og atgongumerki til dystin kunnu keypast á atgongumerki.fo. Til ber at keypa atgongumerki til einstakar dystir og at keypa stóra pakkan við fimm EM-dystum; tveir mansdystir og tríggjar kvinnudystir.
Skráin fyri heimadystirnar hjá monnum og kvinnum er henda:
Menn
10.08.22 Kl. 19.00 Føroyar –Estland
21.08.22 Kl. 17.00 Føroyar - Belgia
Kvinnur
24.08.22 Kl. 19.00 Føroyar – Rumenia
04.09.22 Kl. 17.00 Føroyar – Ísrael
11.09.22 Kl. 17.00 Føroyar - Kroatia
Allir dystirnir eru í høllini á Hálsi í Havn.