Hóast Áslakur Holm og VK Vestsjælland taptu 3-0 fyri Gentofte seinasta leygardag, so spældi Áslakur so mikið væl, at hann varð valdur á dreaymaliðið (Dream Team) sum besti hevari í bestu donsku flogbóltsdeildini fyri menn
Eftir tapið fyri Gentofte liggur VK Vestsjælland á sætta í bestu donsku deildini - níggju stig eftir oddaliðið Marienlyst-Fortuna Volley.
Ein av liðfeløgunum hjá Áslaki, Daniel Matheney úr USA, kom somuleiðis á vikuliðið.
Áslakur og Vestsjælland leika aftur ímóti Gentofte fríggjadagin 3. februar - tá í steypakappingini, har liðið er komið í hálvfinaluna. Endaumfarið, “Final 4”, við hálvfinalum og finalu verður leikt í Aarhus. Vinnarin av dystinum leikar finalu sunnudagin ímóti vinnaranum av hinari hálvfinaluni, sum er ímillum Nordenskov UIF og Marienlyst-Fortuna Volley. Tapandi liðini í hálvfinaluni spæla um bronsuna sunnumorgunin.
Men longu í morgin, leygardagin, klokkan 12:30, spæla Álakur og VK Vestsjælland í landskappingini ímóti Nordenskov UIF, sum liggur á øðrum plássi. Tað er ofta rættiliga spennandi, tá Vestsjælland spælir, tí seks av teirra 13 dystum hava verið fimmsettarar.
Allir dystirnir í donsku flogbóltskappingini kunnu stroymast á https://volleyball.dk/volley-tv