Flogbóltssambandið sett samskipara

Lena Hallgren úr Havn verður fyrsti samskipari hjá Flogbóltssambandi Føroya

Tíðindaskriv
17. februar 2021 kl. 18:41

Flogbóltssamband Føroya lýsti herfyri eftir samskipara, og starvið er nú sett. Lena Hallgren úr Havn er fyrsti samskipari hjá Flogbóltssambandi Føroya.

Lena Hallgren er kend úr flogbóltsumhvørvinum í Føroyum. Hon hevur verið nevndarlimur í Fleyr og eitt tvey-ára skeið formaður.

Sum samskipari kemur Lena at standa fyri dagligu fyrisitingini í Flogbóltssambandinum og at samskipa landskappingar og steypakappingar og alt landsliðsarbeiðið.

Ein stór uppgáva verður eisini at samskifta við feløgini og fyriskipa skeiðs- og menningararbeiði innan flogbóltin. Alt í tøttum samstarvi við nevndina.

Lena Hallgren byrjar í starvinum 1. mars 2021. Skrivstovan verður í hølunum hjá ÍSF á Frælsinum í Havn.