Flogbóltssamband Føroya harmast um, at ÍSF - hægsti myndugleiki fyri føroyska ítrótt - velur at hava Ítróttafagnað sama dag, sum hálvfinalurnar eru í steypakappingunum hjá flogbóltinum - Bónuskappingunum. Hesin hálvfinaludagurin hevur í langa tíð verið ein av stóru árligu flogbóltsdøgunum, men skal nú kappast við eitt lutfalsliga nýtt tiltak hjá ÍSF, sum skal umboða alla ítrótt í Føroyum.
At eitt samstarv ímillum KVF og ÍSF koppaði, kom nú at ganga út yvir flogbóltin.
Harafturat velur ÍSF at vísa hetta tiltakið í Televarpinum, so har skulu vit nú eisini kappast við ÍSF um áskoðarar, lýsarar o.a á tí rásini, sum sæst í nærum hvørjum heimi í Føroyum.
Við hesum er stórsti parturin av flogbóltsfamiljuni fráskorin frá at luttaka í Ítróttafagnaðinum, sum annars hevði verið náttúrligt.
Hetta gerst serliga keðiligt tá ein av veruligu eldsálunum innan flogbólt, Jan Johannesen úr Drátti, er í uppskoti sum ítróttaeldsál. Umframt at flogbóltsfelagið Mjølnir og B71 við vaksandi flogbóltsvirksemi eru í uppskoti sum ársins ítróttarfelagsskapir. Vón okkara í nevndini fyri FBF, og óiva eisini vónin hjá allari flogbóltsfamiljuni, skal vera, at Jan og Mjølnir ella B71 fáa hendan heiður, sum hesi so sanniliga hava uppiborið.
Nú bleiv tað so uppgávan hjá FBF at taka støðu til, um hálvfinalurnar skulu leggjast til rættis eftir vanligum ítróttarligum leisti, ella eftir, at umboð fyri tilnevndu feløg kunnu møta til Ítróttafagnaðin.
Fyri Drátt, sum er í hálvfinalunum, verður hetta ein avbjóðing. Fyri Mjølnir, sum er í hálvfinalunum hjá bæði kvinnum og monnum, og sum er vertur fyri hálvfinalunum verður hetta ógjørlig. Fyri umboð fyri FBF verður hetta eisini ógjørligt, og fyri tey mongu flogbóltsáhugaðu, sum vilja hyggja í Badmintonhøllini í Klaksvík ella í sjónvarpsskíggjanum heima, verður hetta eisini ógjørligt.
Við ítróttarkvøðu
Nevndin í Flogbóltssambandi Føroya