Fyrsti heimadystur í eini EM undankapping fyri A-landslið nakrantíð var mikukvøldið, har Føroyar tapti 3-0. Eftir hetta tapið, skulu mennirnir í morgin aftur í eldin móti sterka liðnum frá Eslandi og skulu royna at reisa seg aftur.
- Fyri at fáa fleiri stig og møguliga vinna eitt sett, skulu móttøkurnar og servirnar í fyrstu atløgu verða munandi betri, sigur Jens Bang, høvuðsvenjari hjá Føroyska liðnum.
- Umframt hetta, er neyðugt at verða neyvari, tá blokkurin verður settur móti sera høgu og sterku estisku leikarunum. Í teimum tvídystunum, har vit gjørdu tingini røtt í heimadystinum, so var týðiligt, at vit í ávísan mun hava møguleika at leika upp ímóti sterku professionellu leikarunum úr Estlandi. Hesir hava sína dagligu gongd í sterku kappingunum í Evropa og Suðuramerika, sigur Jens Bang víðari.
Føroyska liðið er manna við sama hópi, sum leikti heimadystin móti Estlandi:
Stefan Rosenlund
Bjarni Joensen
Filip Ilic
Mattias N. Isaksen
Thorvald Danielsen
Áslakur P. Holm
Tróndur H. Hansen
Trygvi á Brekkukletti
Jóhan Arni Elisson Wang
Teitur Eliasen
Niels Niclasen
Silas Poulsen
Símun H. Poulsen
Dysturin verður leikur í morgin, leygardagin klokkan 16 í Kalev Sporthall í Tallinn. Dysturin verður vístur á Eurovolley.tv