Flogbóltskvinnurnar leggja fyri í Montenegro

Landsliðshópurin fór avstað í morgun, har leiðin gongur til høvuðsstaðin í Montenegro, Podgorica

Flogbóltssamband Føroya
16. mai 2024 kl. 13:00

Føroysku kvinnurnar leika tveir dystir í Montenegro. Fyrsti dysturin er ímóti Montenegro og seinni dysturin verður ímóti Georgia. Hesin seinni dysturin verður leiktur leygardagin kl. 17, føroyska tíð.

Eftir hetta fyrsta umfarið í Silver Leauge fara føroysku kvinnurnar til strandarbýin Budva, har tær verða í venjingarlegu nakrar dagar. Ítróttarliga og fíggjarliga er hetta nevniliga ein betri loysn enn at ferðast heimaftur til Føroyar, tí longu hósdagin 23. mai, skulu kvinnurnar verða í Luksembourg, har næsta umfarið í Silver League verður.

Í Luksembourg, leika kvinnurnar fyrsta dystin fríggjadagin 24. mai ímóti Luksembourg. Dagin eftir leika kvinnurnar ímóti Ungarn og ferðast síðani heimaftur sunnudagin 25. mai.

Fríggjadagin 7. juni leika kvinnurnar síðani síðsta dystin í innleiðandi umfarinum á heimavølli í Havn ímóti Finnlandi.

Høvuðsvenjarin hjá føroyska kvinnulandsliðnum, Christian Imhoff og hjálparvenjarin Baca Djurovic, hava úttikið hendan bruttohópin til hesi trý umførini í Silver League:

Jóhanna Christiansdóttir (1), TB

Janna Falkvard (3), Ikast KFUM

Anja Sonnadóttir Danielsen (4), Fleyr

Kristina Knudsen (5), Fleyr

Henrikka Wang Jacobsen (6), Dráttur

Anna Arnholdsdóttir (8), Mjølnir

Sirið Hanusardóttir Samson (9), Mjølnir

Sesilia Johndóttir Prior (10), KÍF

Jakobina Joensen (11), Ikast KFUM

Hanna Andriasardóttir Olsen (12), Fleyr

Rebekka Osberg Højsted (13), Mjølnir

Ingibjørg Sigridardóttir Muller (14) Ikast KFUM

Elsa Samuelsen (15), KÍF

Nicola Toftegaard (16), Mjølnir