A-landsliðið hjá kvinnum í flogbólti skal leika seks dystir fram til 11. september - tríggjar útidystir og tríggjar heimadystir. Liðið er komið í bólk saman við Kroatia, Rumenia og Ísrael.
Ikki kann sigast annað enn, at føroyska liðið veruliga kemur í eldin í fyrsta dystinum, sum er á útivølli ímóti Kroatia. Kroatia er styrkismett, sum nummar tíggju í Evropa, men hevur í løtuni eitt krútsterkt lið, sum er á veg uppeftir og sum vinnir dystir móti sterkari tjóðum. Liðið, sum er samansett av ungum professionellum leikarum úr sterkum kappingum í Evropa, hevur soleiðis nýliga vunnið á Belgia og Puerto Rico og hevur tapt javnar dystir móti Italia. Miðalhæddin á álopspartinum á liðnum er 187 sentimetrar.
Fyrsti dysturin verður í Osijek í Kroatia sunnudagin kl. 17.00 føroyska tíð. Ferðalagið fer úr Føroyum fríggjadagin og verður aftur mándagin fyri at gera klárt til næsta dystin, sum verður longu mikudagin í næstu viku móti Rumenia heima.
Landsliðsvenjarin Lars Engell og hjálparvenjarin, Kristian Mikkelsen hava tikið út hendan hópin av 14 leikarum, sum fara at leika allar seks dystirnar:
1. Hanna Iansdóttir, Ikast
3. Jóhanna Christiansdóttir, TB
4. Bjørk Nolsøe Isaksen, ASV Aarhus
5. Sirið Hanusardóttir Samson, Mjølnir
6. Henrikka Wang Jacobsen, Dráttur
7. Janna Falkvard, SÍ
8. Anna Arnholdsdóttir, Mjølnir
9. Milja Silvansdóttir, KÍF
10. Eva Winther Nagata, ASV Aarhus
11. Jakobina Joensen, KÍF
12. Hilda Bolstad Mortensen, Aalborg Volley
13. Anna Larsen, Aalborg Volley
14. Súsanna Sólrunardóttir Ludvig, Fleyr
15. Elsa Samuelsen, Førde
Dystarskráin hjá kvinnunum sær soleiðis út:
Sunnudagin 21. august kl. 17.00 Kroatia - Føroyar
Mikudagin 24. august kl. 19.00 Føroyar - Rumenia
Leygardagin 27. august kl. 17.30 Ísrael - Føroyar
Sunnudagin 4. september kl. 17.00 Føroyar - Ísrael
Mikudagin 7. september kl. 15.00 Rumenia - Føroyar
Sunnudagin 11. september kl. 17.00 Føroyar - Kroatia
Allir dystirnir síggjast á eurovolley.tv og heimadystirnir síggjast eisini á Televarpinum.