Ongi úrslit

Flogbóltsdystir verða stroymdir

Flogbóltssambandið arbeiðir við eini ætlan, har allir flogbóltsdystir verða stroymdir

Tíðindaskriv
21. januar 2021 kl. 17:00

Nógvir dystir hava higartil verið stroymdir við ymiskari góðsku og verið vístir á ymiskum pallum. Hetta hava eldsálir í einstøku feløgunum staðið fyri. 

Nú verður arbeitt við einari ætlan, har allir dystir í meistaradeildunum hjá kvinnum og monnum skulu stroymast við professionellari útgerð, og at dystirnir skulu verða lættir at finna hjá øllum, sum hava áhuga.

Orsøkin til hetta tiltakið er, at umrøðan av flogbólti í miðlunum er sera avmarkað. Tí tekur Flogbóltsambandið hetta í egnar hendir og ætlar sjálvt at fara undir at framleiða sendingar um dystirnar, soleiðis at teir verða lættir at finna og stroyma live hjá øllum. Sostatt fáa aðrir miðlar eisini atgongd til upptøkurnar.

Endamálið er, at hetta skal økja áhugan frá miðlunum fyri flogbólti sum heild. Harumframt fer hetta at verða við til at økja um fíggjarliga grundarlagið hjá flogbóltinum, tí at lýsingarpláss til hvønn dyst gerast sjónligari.

Ein royndarstroyming verður longu komandi leygardag, tá tveir steypadystir verða stroymdir. 

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Tá sporlið stýrir høvdinum

27. sepember kl. 22:21

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Frá veteranum til nýggjar kreftir: Fimm starvsfólk seta dám á Formula

Í gjár kl. 11:31