Løgreglan í Amsterdam brúkti í gjár bæði vatnkanónir og hundar, fyri at steðga einum mótmælistiltaki móti teimum tiltøkum, sum niðurlendska stjórnin hevur sett í verk móti korona.
Stjórnin hevur sett útferðarforboð millum kl. 21.00 og 04.30 og hetta fekk øði í fólk. Til mótmælið á Museums-plássinum í Amsterdam, kastaðu fólk steinar eftir løgregluni og endar var at fleiri enn 100 fólk vórðu handtikin.
Seinastu tíðina hava fleiri mótmæli verið kring Niðurlond móti koronatiltøkunum hjá stjórnini. Leygardagin var eldur settur á eitt koronakanningarstað í býnum Urk og í Eindhoven brustu løgreglufólk og mótmælisfólk saman leygarkvøldið. Tá mátti løgreglan brúka táragass at spjaða fjøldina.
Sambært hagtølunum hjá heimsheilsustovninum WHO hava 944.042 fólk í Niðurlondum hava fingið koronasmittuna og 13.410 eru deyð við smittuni. Fólkatalið er 17,28 milliónir.