At siga at bronsuveitslan hjá ÍF er útsett, er helst at taka munnin ov fullan, tí neyvan hevði tað stóra ballið verðið í Fuglafirði, hóast ÍF vann bronsu í flogbólti, men í hvussu er høvdu fuglfirðingar í gjárkvøldið møguleikan at tryggja sær bronsuna við sigri á Fleyr, men teir fóru tómhentir norður aftur, tí Fleyr vann tryggan 3-0 sigur.
Tað vóru longu 10 stig á muni í fyrsta setti, tá Mattias Nolsøe Isaksen fór at serva við støðuna 18-8, og hann servaði settið heim – við m.a. tveimum essum.
ÍF fylgdi betur við í øðrum setti, men við 16-15 slitnaði millum liðini, og Fleyr fór upp á 21-15 eftir góðar servur frá Rasmusi Potts, áðrenn settið varð vunnið 25-19.
Triðja settið var tað besta hjá ÍF, sum fór framum 10-7 og fylgdi annars við til 15-15, tá Fleyr dró frá og legði seg á odda 24-19, men tað var ikki fyrr enn við fjórða dystarbóltinum, at Fleyr endiliga vann settið 25-22, tá servan hjá ÍF brast í netið.
Við teimum trimum stigunum fór Fleyr eitt stig framum ÍF, men hetta var síðsti dystur hjá Fleyr í kappingini, so tí kann ÍF framvegis tryggja sær bronsumerkini í sínum síðsta dysti, sum er ímóti Ternuni, sum higartil einki sett hevur vunnið og harvið heldur ikki nakað stig.
Støðan í Føroya Tele-deildini, menn:
Nr. | Lið | Dystir | Settmunur | Stig |
1 | Mjølnir | 15 | 30 | 39 |
2 | SÍ | 15 | 24 | 36 |
3 | Fleyr | 16 | -4 | 20 |
4 | ÍF | 15 | -5 | 19 |
5 | Ternan | 15 | -45 | 0 |