Fleyr vann trivaligan sigur
Stórsteypadystur, kvinnur: Dráttur – Fleyr 0-3 (8-25, 8-25, 15-25)
Flogbóltssamband Føroya
7. september 2024 kl. 21:47
Í dag vóru stórsteypadystirnir í ítróttarhøllini á Sandi. Í kvinnudystinum var eingin spenningur yvirhøvur. Fleyr vann lættliga 3-0 ímóti Drátti.
Dráttur, sum vann greipuna seinasta kappingarár, hevði fáar leikarar eftir av teimum, sum spældu mest tá, meðan Fleyr ikki hevur mist tað nógva fólkið.
Settúrslitini í dag tala fyri seg, og í fyrsta settið legði Fleyr seg á odda 12-3, áðrenn settið varð vunnið 25-8. Bæði í øðrum og triðja setti vann Fleyr seg upp á 7-0, áðrenn Dráttur yvirhøvur fekk stig.
Landskappingin hjá kvinnum, sum nú eitur Hotel Djurhuus-deildin, byrjar 22. september.