Steypafinalan í flogbólti hjá kvinnum verður millum Fleyr og Drátt. Tað er greitt, eftir at hálvfinalurnar hava verið í Klaksvík í dag.
Seinna hálvfinalan í dag var millum somu feløg, sum í fjør spældu steypafinalu. Í kvøld var úrslitið heilt øðrvísi.
Somu liðini hittust í finaluni fyri áleið einum ári síðani. Tá vann SÍ ein knúsandi sigur á Fleyr, men hesuferð varpaði Fleyr SÍ úr Bónus kappingini áðrenn steypafinalurnar 25. februar. Talan var um sera tættan dyst, sum kundi koppa báðar vegir.
Sì liðið er munandi styrkt síðani byrjan av kappingini. Umframt at tveir av teirra egnu leikarunum nú eru aftur í felagnum, hevur liðið fingið tilgongd av brasilsku Ceciliu Goulart. Saman við Soffíu Weihe Simonsen helt Cecilia SÍ inni í dystinum øll fimm settini.
Hjá Fleyr áttu Hanna Olsen og Anja Danielsen avgerandi leiklut, og so átti Óluva Mohr ógvuliga stóran leiklut í blokkinum, tá ið tað fleiri ferðir reið um snarið. Men mest eyðsýnd var tó einans16 ára gamla Thirza Beccera, sum kom inn í øðrum setti, og sum síðani leikti ein dreymadyst - bæði í álopi og verju.
Finalan verður 25. februar, og tá fer Fleyr í høllini á Hálsi í Havn at spæla ímóti Drátti.