Fleyr í steypafinaluni

Eftir tryggan 3-0 sigur á Ternuni hava kvinnurnar hjá Fleyr spælt seg í steypafinaluna í flogbólti

Ragnar Sjúrðarson
18. februar 2023 kl. 15:21

Hálvfinala, kvinnur: 
Fleyr – Ternan 3-0 (25-20, 25-17, 25-12)

Veruligur spenningur var bara í fyrsta setti, tá Ternan kom afturíaftur og javnaði til 15-15, eftir at hava verið aftanfyri 6-0, og har tað serliga var Birgit Guttensen, sum hevði vunnið Ternuni nógv stig. Ternan legði seg eisini á odda 19-16, men so svaraði Fleyr aftur og vann seks bóltar á rað og fór framum 22-19, áðrenn settið var vunnið 25-20.

Í øðrum setti gekk javnt á til 8-8, men so dró Fleyr frá og legði seg framum 14-9. Hóast Ternan minkaði um munin og kom upp á 15-17, so var spenningurin stokkutur, tí Ternan vann bara tvey stig aftrat og tapti settið 17-25. 

Ternan fekk ikki bilbugt við góðu servurnar hjá Fleyr, sum legði seg á odda 4-0 í triðja setti. Trupult var at gera nakað við smassjini hjá serliga Iuliiu Kuvshinova, og 10-5 gjørdist til 20-10, og meira var ikki eftir í Ternuni. Dystarbóltin avgjørdi Emma Michala Sannino við einum serviessi.  

Kl. 15 spæla SÍ og TB í hinari hálvfinaluni. Dysturin sæst beinleiðis á Rás1 í Televarpinum.