Fleyr-SÍ: 3-1 (25-17, 19-25, 25-22, 26-24)
FM-finalan fyri gentur 16 í flogbólti er leikt á Tvøroyri og føroyameistari 2022/2023 er Fleyr. Hetta varð greitt eftir at tær vunnu 3-1 á SÍ.
Fyrst í mars vann Fleyr steypafinaluna - eisini í einum sera tøttum dysti ímóti SÍ, so nú eru Fleyr greipuvinnarar.
Við Thirzu Tarazona Becerra, sum eisni fær nakað av leiktíð á besta kvinnuliðnum hjá Fleyr í Føroya Tele deildini, hevur Fleyr ein ungan leikara í serflokki. Thirza skaraði serliga framúr í álopspartinum, har hevarin brúkti hana í øllum truplum støðum, og so eisini við sera góðum servum.
Venjarin hjá Fleyr, Iuliia Kuvsinova, stór í dag yvirfyri sínum gamla venjara Rajko Petrovic og hon man eisini hava verið sera nøgd við gongdina í dystinum.
Dagsins leikari fyri Fleyr varð Thirza Tarazona Becerra og dagsins leikari fyri SÍ varð Sára Kambskarð.