Fleyr vann á Mjølni
Bónuskappingin gentur U16 Fleyr - Mjølnir 2-0 (23-22, 25-20)
Flogbóltssamband Føroya
23. februar 2024 kl. 23:25
U16 genturnar hjá Fleyr vunnu fyrsta gullið til Havnar í Bónuskappingini.
Dysturin ímóti Mjølnir varð rættuliga spennandi, og spælið var eisini sera gott í síðstu finaluni í Bónuskappingini í kvøld ímillum U16 genturnar hjá Fleyr og Mjølnir.
Størsta partin av dystinum var Fleyr tó við yvirlutan, men tær í Fleyr komu á ongan hátt lætt til sigurin.
Hóast tap so varð Osla Johannesen hjá Mjølni besti leikarin í hesi finaluni.