Flestu skipini eru í Eysturoy

Tilsamans eru 486 skip í føroysku skipaskrásetingini

Árni Gregersen
30. desember 2023 kl. 16:49

Teyggjan undir Vørn hevur nógv hagtøl um skip og bátar í Føroyumn.

Eitt av kortunum vísir, hvar skipini í føropysku skipaskrásetingini eru heimahoyrandi.

Tað vísir seg, at av teimum 486 skipunum eru flest heimahoyrandi í Eysturoynni og næstflest í Klaksvík.

Í Eysturoynni eru 139 skip skrásett og í Klaksvík eru tey 98 í tali.

66 skip hava TN, sum merkir at tey eru skrásett í Havn, meðan 64 eru skrásett VN, sum er í Vestmanna.

49 skip eru skrásett í Vágum, 44 í Suðuroy og 26 í Sandoy.