Føroysku húsarhaldini hava framvegis góðar vónir um framtíðina. Tað vísir ein kanning hjá Hagstovuni í sambandi við nýggju frágreiðingina hjá Búskaparráðnum.
Kanningin vísir at húsarhaldini vænta, at teirra fíggjarstøða verður betri um eitt ár. Hinvegin eru húsarhaldini minni bjartskygd, tá tað kemur til føroysku búskaparstøðuna komandi ár.
Nýtslan hjá húsarhaldunum er í stóran mun tengd at teirra bjartskygni. Í nýggjastu brúkarakanningini sæst, at treystið hjá føroysku húsarhaldunum ikki er fallið, soleiðis sum myndin niðan fyri vísir.
Størsti parturin av húsarhaldunum, ella eini 60 prosent, spara nakað upp. Seinastu 10 árini hava føroysk húsarhald økt um síni innlán í føroysku bankunum, og tað bendir á, at tey hava økt um sína uppsparing.
Innlánsvøksturin minkaði tó eitt vet í tíðarskeiðinum frá umleið árslok 2021 til á vári 2023, og tað kann vera eitt tekin um, at húsarhaldini í hesum tíðarskeiði brúktu burturav síni uppsparing.
Síðani apríl 2023 er vøksturin í innlánum hjá húsarhaldunum øktur aftur. Ein orsøk til vøksturin í innlánunum kann vera, at húsarhaldini hava vant seg við nýggju støðuna við hægri prísum og hægri rentu, og tað ger tað lættari at leggja ætlanir um nýtslu og samansparingar.
Húsarhældini vænta eisini, at rentan fer at lækka aftur og at príshækkingarnar eru avhæsaðar, og harumframt hava fólk fingið lønarhækking umframt skattalætta
Tað kann eisini gera sítt til, at fíggjarligu útlitini eru bjartari, og at tað tí aftur er rásarúm fyri samansparing.
Talið á teimum, ið júst fáa endarnar at røkka saman, er somuleiðis óbroytt samanborið við seinastu kanning, og tað er helst eitt úrslit av at næstan øll hava eitt starv í dag.